50 fólk flutt við franskari fregatt í venjing á Gøtuvík

50 fólk flutt við franskari fregatt í venjing á Gøtuvík
Ein fronsk hernaðarvenjing var á Gøtuvík í dag, har tey vandu eina støðu, har sivilfólk skulu flytast burtur úr einum øki í sambandi við eina vanlukku ella kreppu
Mynd: Marine Nationale  
 
11.08.2026 - 19:55

Umleið 50 fólk úr Eysturkommunu vóru í dag við í einari venjing hjá fronsku fregattini Auvergne á Gøtuvík.

Fólkini vóru statistar í venjingini, har endamálið er at venja herfólk í at tryggja eitt øki og flyta sivilfólk burtur úr einari vandastøðu. Tey 50 fólkini vórðu flutt umborð á fregattina, sum síðani sigldi tey til Havnar.

Árant Hansen úr Norðragøtu var ein teirra, sum luttók. Hann sigur, at venjingin gav teimum innlit í, hvussu tað kann vera at verða fluttur burtur í sambandi við eina vanlukku ella kreppustøðu.

Franska fregattin Auvergne er í løtuni undir Nato-leiðslu í norðurhøvum. Sambært næsthægsta yvirmanninum umborð er endamálið við venjingini at venja manningina til ymiskar uppgávur, sum kunnu gerast neyðugar í einari kreppustøðu.

Í ímyndaðu støðuni í venjingini var ein oyggj vorðin eitt sokallað miseydnað ríki, og uppgávan hjá hermegini var at tryggja økið og flyta fólk haðani.

Hoyr innslag, tá fregattin var komin til Havnar eftir venjingina:

Franska_fregattir_venjing_komin_til_Havnar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655