Meiri svartkjaftur og meiri sild næsta ár

Meiri svartkjaftur og meiri sild næsta ár
Strandarlondini eru vorðin samd um kvoturnar fyri svartkjaft og sild í 2027
Londini sleppa at fiska nógvan svartkjaft næsta ár.
 
16.10.2026 - 06:42

Strandarlondini eru vorðin samd um kvoturnar fyri svartkjaft og sild í 2027.

Tað boðar norska vinnu- og fiskimálaráðið frá í tíðindaskrivi. 

Heildarkvotan fyri svartkjaft er ein millión og 64.191 tons.

Fyri sildina er heildarkvotan 588.004 tons.

Londini hava gjørt eftir tilmælunum hjá fiskifrøðingunum í ICES.

Sambært verandi býti verður føroyska svartkjaftakvotan tí sløk 380.000 tons, 75.000 tons meira enn í ár.

Sildarkvotan verður sløk 60.000 tons, góð 5.000 tons meira enn í ár.

Í næstu viku fara strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg at samráðast um makrel.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120