Myndir frá partvísu sólarmyrkingini

Myndir frá partvísu sólarmyrkingini
Mánin fjaldi umleið 91 prosent av sólini, tá partvísa sólarmyrkingin var í hæddini klokkan 18.54 í kvøld
Her er partvísa sólarmyrkingin í hæddini. Myndin er tikin á Eiði
Mynd: Nikkel Petersen  
 
12.08.2026 - 20:16

Føroyingar fingu í kvøld høvi at uppliva eina partvísa sólarmyrking.

Sólarmyrkingin byrjaði klokkan 17.56, tá mánin so líðandi fór at leggja seg fyri sólina. Hon var í hæddini klokkan 18.54, tá umleið 91 prosent av sólini varð fjald.

Hóast so stórur partur av sólini var fjaldur, gjørdist ikki myrkt á sama hátt sum undir fullu sólarmyrkingini í Føroyum í 2015.

Kringvarpið hevur fingið fleiri myndir sendandi frá fólki, sum fangaðu partvísu sólarmyrkingina.

Hesar myndirnar hevur Nikkel Petersen, sum var staddur á Eiði, tikið við síni iPhone:

 

Birgir I. Sigurðsson hevði filmað partvísu sólarmyrkingina, og tað sá soleiðis út:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655