Lech Poznań-listamaður hevur sett sín dám í Føroyum

Lech Poznań-listamaður hevur sett sín dám í Føroyum
Kendur pólskur gøtulistamaður er komin til Føroya, og hevur málað eina heldur speiska heilsan til KÍ og føroyingar
 
14.08.2026 - 14:33

Pólski gøtulistamaðurin Kawu, sum er trúgvur Lech Poznań-fjeppari, er komin til Føroya í sambandi við dystin móti KÍ. Og sum vant hevur hann latið eitt listaverk eftir seg – hesa ferð við einum serføroyskum íblástri.

Kawu er kendur fyri at ferðast undan Lech Poznań-spælarahópinum, tá pólska liðið spælir útidystir í Evropa. Á ferðunum málar hann ofta eyðkendu Poznań-geitina í bláum og hvítum litum nærhendis leikvøllin hjá mótstøðuliðum.

Nú er geitin eisini komin til Føroya.

Á nýggja verkinum hjá Kawu, sum er málið við áskoðarplássini hjá útiliðnum á Tórsvølli, sæst ein Lech Poznań-geit, sum roytir ein heldur dapran seyð. Myndin sipar bæði til Føroyar og evropeiska dystin millum KÍ og Lech Poznań.

Kawu kom til Føroya nakrar dagar undan pólska fótbóltsferðalagnum, og hevur sjálvur deilt myndir av verkinum á sosialu miðlunum, millum annað á Instagram.

Hann er ein av kendastu gøtulistafólkum í Poznań, og er millum annað kendur fyri veggjamálningar við íblástri úr teknifilmum, filmum og spølum – og so fyri hesi listaverkini úr fótbóltsumhvørvinum.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655