Løgmaður: Hópyvirvøkan er væl avvigað

Løgmaður: Hópyvirvøkan er væl avvigað
Løgmaður ásannar, at uppskotið um logning hevur við sær hópyvirvøku, men inntrivið er væl avvigað, tí upplýsingarnir kunnu hjálpa politinum at uppklára talgild brotsverk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2026 - 21:44

Beinir Johannesen, løgmaður, ætlar at seta eina danska kunngerð um logning í gildi í Føroyum. Hon hevur við sær, at telefeløgini skulu skráseta upplýsingar, sum kunnu eyðmerkja føroyingar á internetinum, og goyma upplýsingarnar í eitt ár.

Endamálið er millum annað at gera tað møguligt hjá politinum at knýta eina IP-adressu at einum ávísum brúkara í sambandi við kanningar av talgildum brotsverkum. Løgmaður vísir serliga á talgild kynslig brotsverk og fíggjarlig brotsverk.

Dátueftirlitið hevur kallað uppskotið hópyvirvøku. Løgmaður avnoktar ikki hesa lýsingina, men heldur, at skipanin er væl avvigað, tí ein dómari skal geva politinum loyvi at fáa atgongd til upplýsingarnar.

Politiið hevur sambært løgmanni ikki lagt fram tøl, sum vísa, hvussu stóran mun nýggja skipanin væntandi fer at gera fyri kanningararbeiðið.

Hoyr innslag her:

Yvirvoka_logmadur
 
Fólk eru ymisk á máli um evnið, tá vit spurdu fólk á gøtuni, hvat tey halda um nýggja uppskotið hjá løgmanni.
 
Voxpop_um_hopyvirvoku

 

Tey, ið vórðu spurd vóru hesi: Jensa Sørensen, Christine Valle, Búi Kalsø, Malan Lútzen, Sonni Hammer, Una Fríðgerð Solbjerg Símunardóttir og Katrina av Kák.
 
 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162