- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andrea Árting helt røðu út gjøgnum stovuvindeygað

Í triðju sendingini í stuttrøðini Meiri enn tak yvir høvdið vitja vit heima hjá Medunu Dalsgaard, ið, saman við manninum, keypt eini eldri hús í 2018.
Í samrøðuni lýsir Meduna húsini og hvørjar broytingar tey hava gjørt og fara at gera.
Tá talan er um fyrimyndarlig øki, nevnir Meduna Dalsgaard fleiri øki, eitt nú Boisensgarð, úti á Reyni, Rabarbukvarterið, Hoydalar, Tórsbyrgi, Berjabrekku, við Skansan, Dalabúð í Havn og við Myllutjørn í Hoyvík. Og ein felagsnevnari er, at øll hesi øki geva frá sær góðsku til onnur, og tey leggja afturat býnum.
Berjabrekka
Hvussu tryggja vit okkum eina ávísa góðsku, tá fleiri túsund bústaðir skulu byggjast?
Tað er umráðandi at seta tíð av til sjálva tilgongdina, tá nógv skal byggjast, tí annars er stórur vandi fyri ivasamari góðsku. Eisini er umráðandi, at býlingarnir eru fjølbroyttir, og at bygt verður til ymisk sløg av húskjum.
Meduna heldur eisini, at vit duga ikki at byggja við somu dygdum sum hjá gomlu føroysku bygdini. Alt ov ofta eru fyrimyndirnar í Føroyum av flatlondum, meðan Føroyar eru eitt fjallaland.
Meduna sigur eisini, at fólk eiga at raðfestast fram um bilar.
Serstaka uppgávan
Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin, hvussu Meduna Dalsgaard fyriheldur seg til uppgávuna.
Hvussu kann arkitekturur ávirka lívsgóðskuna?
Hetta er yvirskriftin á fýra granskingarverkætlanum, sum RealDania hevur stuðlað við 8,6 milliónum krónum. Talan er um tær fýra verkætlaninar: Ensomhedens arkitektur, Overgangsrum og nabokontakt, Byrum i balance, og Fællesskab i hverdagen.
Vit tosa við Anne Gade Iversen, ið er verkætlanarleiðari í RealDania.
Meiri enn tak yvir høvdið verður á útvarpsskránni í dag klokkan 17:05.



















