Spyr aftur løgmann um tænastuboðini

Spyr aftur løgmann um tænastuboðini
Liljan Weihe, løgtingskvinna, vil hava løgmann at taka støðu til ætlanina hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, at geva somu tænastuboð einaferð aftrat
Liljan Weihe hevur aftur sett løgmann fyrispurning um tænastuboðini frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2026 - 13:46

Løgmaður fær nú á triðja sinni fyrispurning frá Liljuni Veihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, um málið um vatnið í Skálavík og tænastuboðini, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, gav Búnaðarstovuni.

 


Beinir Johannesen. 

 

Umsitingin hjá landsstýrismanninum tók tænastuboðini aftur, tí mett varð, at landsstýrismaðurin hevði ikki heimild at geva tey.

Jacob Vestergaard bað síðan Annfinn V. Hansen, advokat, gera eina løgfrøðiliga meting av heimildini.

Niðurstøðan hjá advokatinum var, at landsstýrismaðurin hevði heimild at geva tænastuboðini.

 


Jacob Vestergaard. 

 

Ørkymlandi svar

Liljan Veihe heldur, at svarið, sum hon áður hevur fingið frá landsstýrismanninum, er ørkymlandi. Hon vísir á, at umsitingin í Vinnumálaraðnum metir, at heimild er ikki at geva tænastuboð, samstundis sum landsstýrismaðurin sjálvur er komin til eina aðra niðurstøðu.

Hon vil tí hava løgmann at svara, hvat hann heldur um, at eitt landsstýrisfólk ætlar at geva somu tænastuboð aftur, hóast umsitingin hevur mett, at tey ikki hava heimild í lóg.

Liljan Veihe vísir á, at tað er løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, og at landsstýrisfólk hava skyldu at røkja sítt starv á fullgóðan og lógligan hátt:

 

04092026_Liljan_2

 

Sí eisini: Jacob Vestergaard kolldømir egna umsiting

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711