Søkja eftir avloysarapresti í tríggjar mánaðir

Søkja eftir avloysarapresti í tríggjar mánaðir
Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívik og Kollafjørður
Kirkjan í Vestmanna.
 
07.09.2026 - 14:18

Søkt verður eftir avloysara til tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Arbeitt verður út frá Vestmanna. 

Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. oktober - 31. desember í ár.

Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.

Aftrat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, á stovnum og í býlum. 

Lis Samuelsen hevur verið virkandi sóknarprestur í prestagjaldinum í eitt ár, men tað starvið rennur út 30. september.

Umsókarfreistin er 17. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334