- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir næmingar duga verri at lesa

Føroysk børn duga verri og verri at lesa.
Tað vísir nýggjasta PISA-kanningin, sum varð løgd fram í Námi í morgun.
Føroysku næmingarnir fingu 428 stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og heili 42 stig færri enn í 2015.
Serliga stóra avbjóðingin er, at 42 prosent av næmingunum nú hava lesiførleika, sum verður mettur sum ikki-virkisførur. Tað merkir, at næmingurin hevur so veikar lesiførleikar, at hann hevur ilt við at skilja og brúka tekstir í vanligum gerandis- og skúlastøðum.
Rakul Skaale Andreasen.
Munurin millum kynini er eisini vaksin nógv. Genturnar fingu 449 stig í lesing, meðan dreingirnir fingu 407 stig.
Rakul Skaale Andreasen, námslektari í føroyskum, tók samanum úrslitini um lesing í PISA-kanningini:
Eisini var komið inn á nøkur tilmæli, hvussu lesiførleikar kunnu mennast og betrast:
Framgongd í støddfrøði og námsvísindum
Í støddfrøði og náttúruvísindum er hinvegin ein lítil framgongd síðani 2022.
Í støddfrøði fingu føroysku næmingarnir 452 stig, sum er seks stig fleiri enn í 2022. Tó eru 35 prosent av næmingunum undir minsta førleikastigi.
Eisini í náttúruvísindum er ein lítil framgongd. Føroyar fingu 451 stig, móti 447 í 2022. Føroyar liggja tó framvegis undir OECD-miðaltalinum og aftanfyri flestu av hinum Norðurlondunum.
Samlað endaðu Føroyar nummar fimm av seks Norðurlondum. Bara Ísland fekk verri úrslit enn Føroyar.
PISA kannar førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum, og sjálv kanningin varð gjørd í desember í fjør.


























