Delmar heiðraður á fyrsta almenna veterandegnum í Føroyum

Delmar heiðraður á fyrsta almenna veterandegnum í Føroyum
Delmar Tórason fekk leygardagin heiðursmerki fyri tænastuna í fyrrverandi Jugoslavia. Hann er ein av meira enn 50 føroyskum veteranum, sum hava verið sendir út í hertænastu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2026 - 09:14

Leygardagin, 5. september, varð flaggdagurin fyri fólk, sum hava verið send út í altjóða hertænastu fyri Danmark, hildin kring ríkið.

Í Føroyum varð dagurin í ár hátíðarhildin umborð á danska verjuskipinum Lauge Koch. Uttanríkis- og fiskimálaráðið og Arktisk Kommando skipaðu fyri móttøku fyri føroyskum veteranum og familjum teirra.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir myndugleikar eru við til at skipa fyri einari almennari móttøku í Føroyum í sambandi við flaggdagin.

Heiðursmerki handað føroyskum veterani

Á hátíðarhaldinum fekk føroyski veteranurin Delmar Tórason handað Forsvarets Medalje for Sårede i Tjeneste. Kim Simonsen, stjóri í Veteranmiðstøðini, handaði honum heiðursmerkið.

Delmar Tórason varð sendur til fyrrverandi Jugoslavia í 1995, har hann gjørdi hertænastu í seks mánaðir, har hann millum annað hjálpti sivilfólki.

Eftir at hann kom heim aftur, fekk hann staðfest PTSD – posttraumatiska strongd – sum síðani hevur ávirkað tilveruna hjá honum.

Fleiri enn 50 føroyskir veteranar

39 føroyskir veteranar eru skrásettir, men mett verður, at veruliga talið er omanfyri 50. Fleiri eru ikki skrásettir, og nakrir føroyskir veteranar búgva eisini uttanlands.

Flaggdagurin varð hildin á fyrsta sinni í 2009. Endamálið er at heiðra tey, sum eru ella hava verið send út í altjóða tænastu, minnast tey, sum eru fallin, og viðurkenna familjurnar hjá teimum útsendu.

Flaggdagurin fevnir ikki bara um herfólk, men eisini um onnur, sum Danmark hevur sent út í altjóða tænastu, eitt nú fólk úr løgregluni, tilbúgvingini, uttanríkistænastuni og heilsuverkinum.

Her verður Delmar Tórason heiðraður:

Delmar_og_Kim_1

 

Samrøða við Delmar Tórason hoyrist her:

Delmar_og_Kim_2

 

 

(Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688