Ikki vist at vit fáa nýggjan heilivág fyri alzheimer

Ikki vist at vit fáa nýggjan heilivág fyri alzheimer
Tað verður ein løta enn, áðrenn greitt verður, um nýggi heilivágurin donanemab fyri alzheimer verður loyvdur í Føroyum
Mynd: Shutterstock.com  
 
08.09.2026 - 07:07


Tað verður ein løta enn, áðrenn greitt verður, um nýggi heilivágurin donanemab fyri alzheimer verður loyvdur í Føroyum.

Bíðað verður eftir danska heilivágsráðnum, sum skal siga, um donanemab skal tilmælast. 

Tann avgerðin kemur 26. november.

Ein annar nýggjur heilivágur fyri alzheimer er lecanemab.

ES góðkendi lecanemab og donanemab í fjør.

Men heilivágsráðið í Danmark mælir til ikki at brúka lecanemeb.

Og tað gjørdu hini Norðurlondini eisini.

Orsøkin er vandi fyri hjáárinum og kostnaðurin.

 

Serstakur heilivágur

Í Føroyum skal ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág gera tilmæli.

Vanliga fylgir føroyska ráðið avgerðunum hjá heilivágsráðnum í Danmark.

Ráðið tekur eisini atlit at, hvat onnur grannalond gera. 

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Skal viðgerðin við donanemab bjóðast í Føroyum, fer hon at kosta okkurt um 15 milliónir kr. um árið.

So skjótt sum danska heilivágsráðið hevur tikið støðu í november, fer ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág at taka støðu, sigur landsstýriskvinnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040