- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannaverkið skal eisini gera uppleitandi arbeiði

Tá Almannaverkið fær at vita um fólk, sum hava stórar sosialar trupulleikar, og hava brúk fyri hjálp, men ikki sjálvi megna at biðja um hana, umfatar ráðgevingarskyldan hjá tí almenna eisini uppleitandi arbeiði.
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um rættstundis hjálp til sálarsjúk.
Almannaverkið hevur ráðgevingarskyldu, og skal eisini vísa fólki á møguleikar fyri hjálp hjá øðrum myndugleikum og sjálvsognarstovnum.
Sum meginregla kann myndugleiki tó ikki tvinga fólk at taka ímóti sosialari hjálp, sigur landsstýriskvinnan.
Neyðugt at styrkja samstarvið
Neyðugt er áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið og kommunurnar fyri at tryggja, at hvør myndugleiki kennir og tekur á seg sína ábyrgd.
Kommunurnar skulu sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt tryggja, at fólk, sum hava brúk fyri persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina.
Hetta kann eisini fevna um, at kommunan setur seg í samband við fólk, sum hava sálarsjúku og brúk fyri hjálp, men ikki sjálvi megna at taka fyrsta stigið, sigur Margit Stórá.























