Lea Eyðbjørg: Føroyar er mítt annað heim

Lea Eyðbjørg: Føroyar er mítt annað heim
"Eg gleði meg sera nógv til at endiliga at spæla mínar egnu sangir í mínum øðrum heimi," sigur glóðheita Lea Eyðbjørg, sum fríggjadagin kann upplivast í Løkshøll í Runavík
25 ára gamla Lea Eyðbjørg, ið dóttir Janus Trúgvason úr bólkinum Safir, kann upplivast í Løkshøll fríggjakvøldið
Mynd: Pressumynd  
 
16.09.2026 - 21:00

Tað gongur við rúkandi ferð í løtuni á danska tónleikapallinum hjá 25 ára gomlu donsku-føroysku Leu Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason. 

Fleiri av hennara sangum hava verið í umferð á P3 hjá Danmarks Radio, og 2. oktober gevur Lea Eyðbjørg sína debutplátu "på en måde er det rart" út. 

Men fríggjakvøldið kunnu føroyingar uppliva dugnaligu Leu Eyðbjørg spæla sína fyrstu konsert í Føroyum, tá hon hitar upp fyri Marius Ziska í Løkshøll í Runavík

 

LES EISINI: Lea Eyðbjørg spælir sína fyrstu konsert í Føroyum í Løkshøll fríggjakvøldið

 

Lea Eyðbjørg gleðir seg koma til Føroya at framføra fyri føroyingum fríggjakvøldið. 

 

Er tað rætt skilt, at hetta er tín fyrsta konsert í Føroyum? Hvussu ber tað til, tá tú nú hevur so tøtt ættarbond til Føroya?

»Hetta verður mín fyrsta konsert í Føroyum við mínum egna tónleiki. Eg havi áður spælt í kirkjuni og bygdarhúsinum í Hósvík saman við pápa mínum (Janus Trúgvason), men ongantíð teir sangir, ið eg sjálv havi skrivað. Eg gleði meg sera nógv til at endiliga at spæla í mínum øðrum heimi. Vónandi fái eg høvi at spæla meira í Føroyum í 2027, nú tað fíggjarliga byrjar at líkjast hjá mær, so eg kann fíggja eina ferð upp til Føroya saman við bólkinum hjá mær. Beint nú eri eg sera takksom fyri, at Løkshøll hevur valt at stuðla mær í at koma til Føroya at spæla, so tað endiliga bleiv veruleiki hjá mær.«

 

LES EISINI: Óskrivaða føroyska blaðið á danska tónleikapallinum

 

Hvat kunnu fólk vænta sær at hoyra frá tær á konsertini fríggjakvøldið?

»Eg havi ein neva av mínum sangum við mær til Føroya, bæði gamlar og nýggjar, ið vera at hoyra at debutplátuni, sum eg útgevi 2. oktober. Eg framføri við gittaranum á pallinum og sigi eina søgu ella tvær um sangirnar.«


Pressumynd

Tað kennist svakt brádliga at hoyra sínar egnu sangir í handlum og kaffistovum.

Lea Eyðbjørg, tónlistakvinna

 

Tú er mitt í einari sera spennandi tíð. Tú hevur nógvan undanvind, og tín tónleikur er í umferð á útvarpsrásunum hjá DR. Hvussu kennist tað? 

»Ja, hetta er ein ótrúliga spennandi tíð. Tónleikurin hjá mær er ongantíð stroymdur oftari enn í løtuni (128.000 um mánaðin), og Danmarks Radio er ordiliga við upp á mín tónleik. Seinastu árini eru tveir av mínum sangum verið Ugens uungåelige á P3, og mínar seinastu singlur eru eisini í umferð. Tað kennist svakt brádliga at hoyra sínar egnu sangir í handlum og kaffistovum. Eg eri øgiliga spent uppá, hvat 2027 hevur at bjóða mær, tá eg endiliga havi útgivið plátuna, ið eg havi arbeitt upp á í áravís.«

 

Hvat hevur nærmasta framtíðin at bjóða?

»Í nærmast framtíð fari eg at spæla útgávukonsertir fyri mína plátu í Danmark, og so fari eg eisini á eina størri konsertferð í Danmark í vetur. Harumframt so skrivi eg eina rúgvu av góðum tónleiki saman við øðrum listafólkum, sum fer at koma út á teirra plátum, eitt nú sangin, ið eg júst havi útgivið saman við elektroniska framleiðaranum Holdo.«

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221