Óskrivaða føroyska blaðið á danska tónleikapallinum

Óskrivaða føroyska blaðið á danska tónleikapallinum
23 ára gamla Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason er byrjað at gera um seg á danska tónleikapallinum, og tónleikatíðarritið Gaffa biður øll halda eyga við henni
"Um eg havi arvað tónleikagávurnar frá nøkrum, so er tað frá pápa mínum. Eg veit ikki reiðiliga, hvørjum øðrum tað skuldi verið frá", staðfestir Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason
Mynd: Ece Nur Kilic  
 
16.06.2024 - 12:30

Tú hevur eitt føroyskt navn, men ert fødd, uppvaksin og býrt í Danmark. Hvussu hongur tað saman?

"Ja, tað er rætt, og tað er nakað, ið nógv undrast á. Pápi mín er føroyingur (Janus Trúgvason), og mamma mín er donsk. Tey hittust, tá tey gingu á háskúla saman, og hon fekk sær hansara eftirnavn, tá tey blivu gift. Og tá eg so kom í verðina, vóru eingi donsk eftirnøvn í familjuni. Hartil havi eg eisini fingið navnið hjá ommu, Eyðbjørg, sum millumnavn. Eg vaks upp saman við báðum foreldrunum í Danmark, inntil pápi mín flutti aftur til Føroya, tá eg var tannáringur. 

 

Nú veit eg, at pápi tín, Janus Trúgvason, eisini spælir tónleik, bæði sjálvur og við Safir. Hevur tú arvað tónleikagávurnar frá honum?

"Um eg havi arvað tónleikagávurnar frá nøkrum, so er tað frá pápa mínum. Eg veit ikki reiðiliga, hvørjum øðrum tað skuldi verið frá. Mamma mín er musikalsk, men dyrkar slett ikki tónleik upp á sama máta longur. Men øll í familjuni syngja nógv, og vit fýra hava altíð sungið í bilinum. Men at skriva sangir og spæla gittar havi eg lært meg gjøgnum pápa mín, hóast tað kennist eins og tað er komið heilt av sær sjálvum innan úr mær sjálvari."


Lea Eyðbjørg saman við pápanum Janusi Trúgvasyni (Myndir: Privatar á Instagram)

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálva sum tónlistafólk?

"Eitt sindur fløkta, um eg skal vera ærlig. Eg havi ilt við at skilja, at eg blívi kalla eitt tónlistafólk, tí eg kenni meg bara sum Leu, ið spælir tónleik. So nú, tá tað er blivið eitt yrki, og eg kann veruliga kalla meg tónlistafólk, kennist tað deiligt. Satt at siga, so róti eg eitt sindur runt í tónleikaverðini og royni at skilja hana. Tað kann vera eitt sindur torført at kenna, at ein hoyrir til í hesi verðini, tá mann er so nýggjur og óvitandi, sum eg eri. Hinvegin so kenni eg meg samstundis eisini sum eitt tónlistafólk út í odd og egg, og eg kenni tað soleiðis, at tónleikur ongantíð fer at steðga við at rusast runt í mær, uttan mun til hvussu langt eg komi við tónleikinum sum yrki. Eg fari altíð at kunna leita aftur til tónleikin og skriva sangir, tá eg havi okkurt upp á hjartað."

 

Hvussu vil tú lýsa tónleikin, ið tú skrivar?

"Tað er ein sera innilig og næstan likamlig tilgongd fyri meg at skriva tónleik. Eg havi næstan onga tónleikafrálæru fingið, so eg áni fyri tað mesta ikki, hvat tað er, ið eg siti og seti sama, tá eg skrivi. Tekstirnir taka allir støði í mínum kenslum og upplivingum, men eisini í teimum menniskjum, ið eg havi kær. Mínar kenslur seta seg sera ítøkilig støð í kroppinum hjá mær, og tað hoyrist í tekstunum. Eg hevði slett ikki hugsað um, at tað altíð er okkurt um kroppin við í mínum sangum, fyrr enn onkur nevndi tað fyri mær. Ljóðliga er tónleikurin atmosferiskur og behagiligur við nógvum kórrøddum, ið eg elski. Og nú, ið eg havi fingið ein frálíkan bólk at spæla saman við, eri eg farin at dyrka eitt meira popput ljóð."

 

 

Tú hevur spælt á Spot festivalinum í ár, og tú skalt spæla á Uhørt seinni í ár. Gaffa hevur nevnt teg sum ein, ið fólk skulu halda eyga við. Tað tykist sum, at tú veruliga hevur fingið vind í seglini. Hvussu kennist tað?

"Konsertin á Spot gjørdi, at eg fekk eina kenslu av, at nógv fólk hava fingið eyguni og oyruni upp fyri mínum tónleiki. Tað verður ongantíð keðiligt at síggja seg sjálva í einum tónleikatíðarriti, tí tað er tann besta kenslan. Alt hevur gingið rættiliga skjótt, síðani míni umboðsfólk uppdagaðu mín tónleik og settu seg í samband við meg, og tískil kann eg til tíðir blíva ovfarin av tí heila og hava ilt við at fylgja við. Men tá eg siti í einum bili saman við bólkinum hjá mær á veg til eitt spælistað, fyri at fara upp á pallin saman við teimum, so kennist alt øgiliga rætt."

 

Hvat vónar tú at fáa burtur úr tónleikinum? Hvat er málið?

"Eg havi ein dreym um at gera eina plátu, sum eg kann vera errin av, og so vóni eg sjálvandi, at fólk eisini fara at elska plátuna og kenna seg aftur í mínum sangum. Tað, ið eg elski allarmest, er, tá onkur kemur yvir til mín eftir eina konsert og sigur júst tað, at tey kenna seg aftur í mínum sangum. Og so vil eg øgiliga gjarna sleppa á eina ordiliga konsertferð, tá tað verður veruleiki, so eg kann deila mínar sangir við uppaftur fleiri fólkum og vónandi eisini røra okkurt í teimum við mínum sangum. Um eg fái møguleikan at liva av tónleikinum, koyra runt í landinum og hitta áhoyrararnar, ið duga at syngja við til mínar sangir, so eru allir mínir dreymar gingnir út."

 

Kunnu vit vænta at hoyra teg spæla konsert í Føroyum?

"Bæði bólkurin og eg hava ein stóran dreym um at koma til Føroya at spæla konsertir. Tað hava vit tosað um fleiri ferðir, so tað vóni eg inniliga, at vit fáa upp í lag einaferð."


Mynd: Ece Nur Kilic

 

Um Leu Eyðbjørg
Lea Eyðbjørg, ið er donsk-føroysk, er 23 ára gomul og spælir sorgblíða indiepopp.
Á Instagram lýsir hon seg sjálva sum "uhjælpelig, umættelig og ufatteligt følsom".
Lea Eyðbjørg er dóttir Janus Trúgvason, ið er kendur frá bólkinum Safir. Hon er upprunaliga úr Keypmannahavn, men flutti sum barn til lítlu bygdina Lem í Vesturjútlandi og býr nú í Aarhus. 
Lea Eyðbjørg skrivaði sín fyrsta sang á gittarinum sum 12 ára gomul, og 17. mai kom hennara debut-EP, "kærlighedsdigte til de uhjælpelige", út.
Gaffa skrivar í juni-útgávuni, at Lea Eyðbjørg er ein, ið fólk skulu halda eyga við. 
Lea Eyðbjørg kann fylgjast á Instagram.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. desember
Árið í fer í fótbólti 2024
185690
Mánadag 30. desember
Sunnudagsdøgurðin
185677
Mánadag 30. desember
Morgunlestur mánadagur 30. desember 2025
185351
Sunnudag 29. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)
185668
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984