Reglurnar í FAS eru framvegis ikki herdar

Reglurnar í FAS eru framvegis ikki herdar
Hóast fleiri landsstýrisfólk hava lovað at broyta reglurnar, til tess at tryggja seg móti ivasomum virksemi, er lógin ikki broytt
Sjóvinnustýrið umsitur FAS-skipanina.
 
17.09.2026 - 07:55

Í fýra ár hava skiftandi landsstýrisfólk, sum varða av Sjóvinnustýrinum, lovað at endurskoða og herða reglurnar í føroysku altjóða skipaskránni, FAS.

Men lógin er ikki broytt enn.

Tað staðfestir Landsgrannskoðanin í síni ársfrágreiðing fyri 2025.
 
Landsgrannskoðanin hevur umrøtt grannskoðan av FAS í undanfarnum frágreiðingum. Víst verður á, at afturi í 2022 greiddi landsstýrisfólkið frá, at stjórnarráðið og Sjóvinnustýrið vóru í holt við at endurskoða ásetingar í FAS-lógini. 
 
Ætlanin var at áseta í FAS-lógini meira ítøkilig og herd krøv til umboðsfólk hjá eigarum, sum vóru búsitandi uttanlands, soleiðis at umboðsfólk í størri mun kundu ábyrgjast, um viðurskifti mótvegis myndugleikum ikki fóru rætt fram. 

 

Tryggja seg móti ivasomum virksemi
 
Um størri ábyrgd fór at hvíla á umboðsfólkum kundi væntast, at tey í størri mun fóru at tryggja sær, at tey ikki umboðaðu feløg, har vandi var fyri sambandi við ivasamt virksemi, skrivar Landsgrannskoðanin. 
 
Í 2024 greiddi Umhvørvis- og vinnumálaráðið frá, at ætlanin framvegis var at endurskoða reglurnar og herða krøvini til umboðsfólk. Í august 2025 kunnaði ráðið um, at tey arbeiddu við málinum.
 
Lógin er ikki broytt, staðfestir Landsgrannskoðanin.

Les frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860