- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyð-grønu flokkarnir í Svøríki hava vunnið ríkisdagsvalið
Reyð-grønu flokkarnir í Svøríki hava vunnið ríkisdagsvalið
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur biðið um at verða loystur úr starvi

Nú endaliga valúrslitið er greitt, bendir alt á, at forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum, Magdalena Andersson, fær litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Svøríki
Mynd: Lars Schröder/TT/Ritzau Scanpix
17.09.2026 - 13:05
Reyð-grøni vongurin í svenskum politikki hevur vunnið ríkisdagsvalið, og sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur biðið um at verða loystur úr starvinum, skrivar almenna svenska kringvarpið, SVT.
Allur atkvøðurnar eru taldar, men úrslitið skal formliga góðkennast fyrst.
349 sessir eru í ríkisdegnum, og úrslitið vísir, at reyð-grøni vongurin hevur fingið 176 sessir og borgarligu flokkarnir 173.
Úrslitið ruddar slóð fyri, at forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum, Magdalena Andersson, kann fáa litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV

























