Óli Mittún aftur dagsins maður hjá GOG

Óli Mittún aftur dagsins maður hjá GOG
Kviki bakspælarin er vælspælandi fyri tíðina. Hann var lyklaspælari í Champions League-sigrinum á Pick Szeged, og í dystinum ímóti Fredericia var hann aftur dagsins maður
Óli Mittún í einum av sínum gjøgnumbrotum í sigrinum á Fredericia, har føroyingurin skoraði átta ferðir
Mynd: Casper Theilgaard/GOG  
 
20.09.2026 - 13:55

Óli Mittún er flúgvandi fyri tíðina.

Mikudagin var kviki bakspælarin lyklaspælari í týðandi  Champions League-sigrinum hjá GOG á Pick Szeged, og leygardagin var hann aftur dagsins maður í landskappingarsigri á heimavølli.

GOG vann 32-28 á Fredericia, og Óli Mittún skoraði upp á allar sínar átta skotroyndir. Harumframt legði landsliðsstjørnan upp til tvey.

Fjónliðið hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingina, og tað er millum annað Óla Mittún at takka. Í Bambuni-kappingini, sum besta danska deildin kallast, hevur GOG vunnið fimm, spælt ein javnleik og er í løtuni á odda saman við Ribe-Esbjerg.

Í Champions League eru tveir rdystir spældir higartil. GOG fekk oyruni í maskinuna í Lissabon ímóti Sporting, men reisti seg við heimasigrinum á Pick Szeged.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329