Kasakar eru lendir í øllum góðum

Kasakar eru lendir í øllum góðum
Tað gekk væl hjá Scat Air-flogfarinum við landsliðnum hjá Kasakstan at lenda í Føroyum í morgun
 
25.09.2026 - 15:03

Føroyska manslandsliðið skal í morgin spæla fyrsta dystin í nýggju UEFA Nations League-kappingini. Mótstøðuliðið er Kasakstan, sum skuldi lenda í Føroyum hóskvøldið, men ferðin bleiv útsett, tá øll flogferðsla í Vágum varð avlýst vegna veður.

Scat Air-flogfarið úr Astana lendi í Vágum í morgun. Seinkingin hevur kortini ikki sett dystin í vanda. Kasakstan kom til Føroya góðar 32 tímar undan dystarbyrjan. Kasakstan hevur sína seinastu venjing undan dystinum á Torsvølli í dag.

Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Dysturin er fyrsti dysturin hjá Føroyum í Nations League-bólkinum, har Føroyar eisini eru saman við Moldova og Slovakia. Sjónvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 16. Í undansendingini verður millum annað hugt aftur á HM-undankappingina. Sí innslagið undir tekstinum.

260925_FO_KAS_EITT_AR_VID_EYDUN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858