Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman á nýggjárinum

Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman á nýggjárinum
88 ársverk vera í samanlagda stovninum. Næsta ár skulu sparast tríggjar milliónir kr.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at leggja Undirvísingarstýrið og Nám saman.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.09.2026 - 15:22

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av leggja Undirvísingarstýrið og Nám løgd saman í ein stovn frá 1. januar 2027.

Bygnaðarligu broytingarnar, sum byrjaðu við, at Sernám gjørdist partur av Undirvísingarstýrinum, halda sostatt fram, sigur Mentamálaráðið.

Tilgongdin byrjar beinanvegin at tillaga bygnaðin og skapa samanhangandi tænastur til dagstovna- og útbúgvingarøkið. Samanlagdi stovnurin umfatar menning, tænastur, ráðgeving, tilfar, KT, eftirmeting og fyrisiting v.m.

 

Stjórin í Undirvísingarstýrinum skal standa á odda fyri samanleggingini

Tað verður stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, sum fer at hava leiðsluna av samanleggingartilgongdini í tøttum samstarvi við Eyðun Gaard, stjóra í Námi. Leiðslurnar á báðum stovnum vera við í tilgongdini saman við øllum starvsfólkunum. Aðrir partar verða eisini knýttir at tilgongdini eftir tørvi.

Málið við samanleggingini er at røkka einum betri samanhangi í virkseminum til gagns fyri skúlar og dagstovnar á ein fjølbroyttan hátt. Samstundis verður roknað við ávísum skipanarligum fyrimunum, sum viðføra ein meiri kostnaðareffektivan rakstur, sigur Mentamálaráðið.

Samanlagdi stovnurin fer at hava 88 ársverk og eina játtan á 91,5 mió.krónur.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verður roknað við at spara tilsamans tríggjar milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101