- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málsøkið rúsevni kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum
Málsøkið rúsevni kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum
Løgtingið hevur einmælt samtykt málið við aðru viðgerð

Løgtingið hevur samtykt at yvirtaka málsøkið rúsevni. (Savnsmynd)
09.10.2026 - 11:26
Løgtingið hevur einmælt samtykt at yvirtaka málsøkið rúsevni.
Við yvirtøkuni fáa føroyskir myndugleikar heimild at regulera økið við løgtingslóg.
Málsøkið verður í høvuðsheitum longu umsitið og fíggjað av føroyskum myndugleikum.
Sambært uppskotinum skal málsøkið koma á føroyskar hendur 1. januar næsta ár.
Ein samd trivnaðarnevnd tók undir við uppskotinum frá landsstýrinum
Øll 21 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri, tá málið var til aðru viðgerð fyrrapartin.
Málið skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























