- Tíðindi, mentan og ítróttur
P/f Norðoyatunnilin skal fyrireika Kalsoyartunnil
Tunnilsbólkurin við Bjørn Kalsø á odda hevur strongt á, og nú sær út til, at okkurt fer at henda.
Eitt lógaruppskot er á veg í tingið, sum skal geva Norðoyatunnilsfelagnum heimild at gera fyrireikingarnar. Løgtingið skal so taka støðu til verkætlanina, tá tað er liðugt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
- Okur hava samskift við Norðoyatunnilin, sum er tilreiðar at hyggja upp á, hvussu mann kann fara víðari og gera forkanningar, projekt og møguliga bjóða út, soleiðis at okur fáa greiðu á, um ella nær okur kunnu gera ein Kalsoyartunnil.
Men til tað krevst lógarbroyting.
- Og um Norðoyatunnilin skal víðka sítt virksemi til eisini at kunna taka sær av hesum her, so má lógin um Norðoyatunnilin broytast, so hon heimilar Norðoyatunlinum, nevndini, stjóranum, at fara undir at gera hesar fyrireikingarnar.
Eitt ítøkiligt lógaruppskot er á veg, sigur landsstýrismaðurin.
Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri tingið nú í heyst. Tað er sjálvandi tað fyrsta, sum skal gerast. Um tingið heimilar at broyta lógina, so verður farið í gongd við fyrireikingarnar so skjótt sum møguligt.
Ætlanin er ikki nýggj
Hvørki í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár ella í løglistanum til ólavsøkurøðuna var henda ætlanin at síggja. Kortini sigur Jacob Vestergaard, at hetta ikki er ein nýggj ætlan.
- Eg tók tað upp aftan á ein fund við ein áhugabólk í Kalsoynni. Eg havi kunnað um tað í politisku skipanini, eisini í landsstýrinum. So, eg haldi at tað er rímilig undirtøka fyri at fara undir hetta her. Løglistin er ikki úttømandi sum so, okkurt kann koma afturat. Hetta er ein broyting, sum okurt eru komin til er neyðug at gera, fyri at Norðoyatunnilin Og Norðoyatunnilin hevur nakað av pengum á bók, sum kunnu brúkast til hetta endamálið.
Sí innslag úr Degi og viku.




























