Zelensky: Trump vil hava Ukraina at geva seg yvir

Zelensky: Trump vil hava Ukraina at geva seg yvir
Orðadrátturin millum ukrainska og amerikanska forsetan er nógv harðnaður í seinastuni
Nú er aftur ískalt millum Zelensky og Trump. Orðadrátturin teirra millum er nógv harðnaður seinastu dagarnar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.10.2026 - 14:14

- Donald Trump, forseti, trýstir Ukraina til at geva seg undir Russland, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, í gjár í samrøðu við Bloomberg.

Retorikkurin frá Zelensky, sum seinastu vikuna hevur verið í almennum orðadrátti við Trump, er vorðin alsamt hvassari, tí ukrainski forsetin heldur, at amerikanski forsetin svíkir Ukraina.

- Nú hava vit hættisligar dagar undan valinum, segði Zelensky í samrøðuni, og vísti til miðskeiðisvalið í USA 3. november.

 

Ukraina hevur skyldina

Trump sigur, at tað er Ukraina, sum hevur skyldina av, at trot er á brennievn,i og tað er so dýrt at keypa, og sum serfrøðingar halda ávirkar umdømi hjá Trump. 

Orsøkin til tað er, at Ukraina loypur á russisk oljureinsiverk.

- Seinasta ætlanin hjá mær var: Vit leypa ikki á russiskt diesel, tit geva okkum rakettir til Patriot-skipanirnar at verja okkara orkuverk. Men teir vilja bara hava okkum at gevast við diesel-álopum. Og um vit leypa á oljuverkini, so skerja teir okkum á øðrum økjum, sigur ukrainski forsetin.

Zelensky hevur longu sagt, at Starlink-avmarkingarnar, sum Ukraina hevur upplivað, vóru tilætlaðar. 

Hann sigur við Bloomberg, at Washington hevur sett í verk fleiri óvinarlig tiltøk móti Kyiv, eitt nú at skerja ferðina hjá Starlink tilvitað, og at seinka veitingina av Patriot-avlurtararakettum uppaftur meira.

- Eg haldi, at stig eru tikin til at sannføra Ukraina um at geva seg yvir, sigur Zelensky við tíðindaheimasíðuna.

 

Trump svarar

Amerikanski forsetin, Donald Trump, svaraði í gjárkvøldið útsøgnini hjá Zelensky um, at Trump trýstir Ukraina til at geva seg yvir.

Í boðum á egna miðli sínum ber Trump fram fleiri skuldsetingar og uppáhald.

- Álvaratos, tað ger Zelensky tað sama. Við øllum teimum pengum, sum Evropa gevur honum, og sum Joe Biden gav honum frammanundan, so vil hann ikki hava hetta kríggið at enda, og tað hevur hann helst ongantíð viljað.

Trump skrivar eisini, at sín avgerð, tá tað kemur til Russland, "er ein sera einføld avgerð."

- Eg eri í ferð við at samráðast um frið í krígnum millum Russland og Ukraina, og eg vil ikki gera nakað, sum á tápuligan hátt kann fáa Russland at reistast frá samráðingarborðinum.

 

Stór framgongd

Trump sigur eisini, at stór framgongd er í samráðingunum.

Sambært Trump, ger Russland í løtuni sera lítið fyri at hjálpa Iran samanborið við tað, sum tey kundu havt gjørt.

- Eg vil hava tað soleiðis, og tað geri eg, um ikki býtt fólk koma uppá tvørs.

Trump varpar aftur ljós á ukrainsku álopini á russisk oljuverk.

- Zelensky veit, at hesi álop gera álvarsligan skaða á heimsins dieselmarknaðir, eisini teir í USA, skrivar Trump víðari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025