- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alberta vil ikki hava fólkaatkvøðu um loysing
Alberta vil ikki hava fólkaatkvøðu um loysing
Úrslitið verður mett sum ein sigur hjá kanadiska forsætisráðharranum, Mark Carney

Almennu úrslitini vísa, at 76 prosent av teimum, sum vóru á óbindandi fókaatkvøðuni í gjár, vilja vera verandi saman við Kanada.
Mynd: Todd Korol/Reuters/Ritzau Scanpix
20.10.2026 - 10:51
Kanadiski landsparturin Alberta hevur við greiðum meiriluta vrakað eitt uppskot um bindandi fólkaatkvøðu, um at loysa frá Kanada, skrivar AFP.
Uppskotið kom frá loysingarfólki, sum høvdu stuðul frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Úrslitið verður mett sum ein sigur hjá kanadiska forsætisráðharranum, Mark Carney.
Í morgun vísa almennu úrslitini, at meira enn 76 prosent vilja vera verandi saman við Kanada, skrivar CBC.
Fólkaatkvøðan var óbindandi og spurdi íbúgvarnar, um teir vildu vera verandi í Kanada, ella um teir vildu byrja tilgongdina, sum førdi til eina bindandi fólkaatkvøðu, sum var neyðug fyri at loysa.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























