Svøríki: Forkvinnan í Sentrumflokkinum roynir nú at skipa stjórn

Svøríki: Forkvinnan í Sentrumflokkinum roynir nú at skipa stjórn
Elisabeth Thand Ringqvist hevur eina viku at kanna, um tað ber til at skipa stjórn tvørtur um politisku miðjuna
Elisabeth Thand Ringqvist hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn í Svøríki.
Mynd: Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix  
 
19.10.2026 - 14:17

Tað er 36 dagar síðan, at ríkisdagsval var í Svøríki, men enn er eingin nýggj stjórn skipað.

Nú hevur formaðurin í svenska ríkisdegnum litið Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinnu í Sentrumflokkinum, upp í hendur at kanna, um til ber at skipa stjórn tvørtur um politisku miðjuna.

Hetta hendir, eftir at Magdalena Andersson, forkvinna í Sosialdemokratunum, hevur roynt at skipa stjórn, men ikki hevur fingið neyðuga undirtøku í ríkisdegnum.

Hóast flokkarnir á mið-vinstravonginum fingu ein tepran meiriluta á valinum, so eru teir ósamdir um, hvør skal sleppa við í stjórnina.

Elisabeth Thand Ringqvist sigur, at hon ætlar sær ikki sjálv at gerast forsætisráðharri, men vil royna at finna eina loysn.

Hon fer nú at tosa við allar floksleiðararnar, og skal geva formanninum í ríkisdegnum svar í seinasta lagi mánadagin 26. oktober - tað er um eina viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334