- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump ávarar um, at ófriðurin í Fraklandi kann breiða seg til USA

Amerikanski forsetin ávarar nú um, at líknandi ófriður, sum hevur verið í Fraklandi, kann taka seg upp í USA.
- USA verður rakt av sama ófriði, sum hevur verið í Fraklandi um vikuskiftið, um republikanararnir ikki vinna komandi miðskeiðisval.
Tað var boðskapurin frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í gjárkvøldið á veljarafundi í Kansas til frama fyri republikanska Roger Marshall, sum kann missa sessin í senatinum.
- Vit lata tað ikki henda í hesum landinum, segði forsetin.
Vilja oyðileggja landið
- Vilja tit vita, hvussu týdningarmikið valið er, skulu tit hyggja at Fraklandi. Í hesum landi, sum einaferð var stórsligið, hava migrantar, jihadistar og kommunistar, sum hata kristindómin, hertikið, rænt og brent í grund. Teir vanvirða vesturlendska samfelagið. Teir vanvirða alt, sum hevur við Frakland at gera, og oyðileggja landið, segði Donald Trump.
- Tað skal ikki henda her í landinum. Frakland skal vísa teimum av landinum. Og tað sama er í Italia, Týsklandi og í nógvum øðrum londum. Tey missa sítt land og Evropa, men tað hendir ikki í USA, segði Trump á veljarafundinum í gjárkvøldið.
























