Óli og teir víðari í Champions League

Óli og teir víðari í Champions League
Óli Mittún og GOG tryggjaðu sær luttøku í miðumførunum í Champions League við dramatiskum javnleiki í Ungarn
Óli Mittún verður at síggja í miðumfarinum í Champions League eftir javnleik í Ungarn
Mynd: Frank Cilius/Ritzau Scanpix  
 
22.10.2026 - 21:59

Góða kappingarárið hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG helt fram, tá fjónliðið tryggjaði sær plássið í Champions League miðumfarinum við javnleiki ímóti Pick Szeged.

Við hjálp frá føroyska úrmælinginum í bakketuni vann GOG seg framum tíðliga í dystinum, og tá góðir 12 minuttir vóru eftir at spæla var 31-26.

Tá steðgaði fullkomiliga upp hjá GOG, og heimaliðið skoraði seks ferðir á rað. Hjalte Lykke javnaði til 32-32, og síðan eydnaðist tað Óla Mittún hegnisliga at skora til 33-32, áðrenn heimaliðið aftur javnaði.

 


Síggj millum annað frálíka málið hjá Óla Mittún til 33-32, sum var við til at tryggja GOG pláss í miðumfarinum í Champions League, í samandráttinum omanfyri.

 

Óli heldur fram við góðu avrikunum

Smáir tveir minuttir vóru eftir at spæla, men eftir stórbjarging frá Kevin Møller í síðstu løtu, kundu Óli Mittún og teir stórfegnast um at tað er eydnast at spæla seg víðari úr bólkinum frammanfyri ungararnar og saman við Sporting.

Óli Mittún helt fram við góða spælinum. Føroyingurin Skoraði fimm ferðir og legði upp til trý mál, og er í stórformi nú nýggja EM-undankappingin nærkast við heimadysti ímóti Kosovo og útidysti ímóti Montenegro í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053