Fólkaatkvøða um sjálvstýri skal geva Alberta størri rættindi

Fólkaatkvøða um sjálvstýri skal geva Alberta størri rættindi
Sjálvt um tað neyvan er undirtøka fyri loysing, kann fólkaatkvøðan virka til, at landsluturin Alberta fær víðari heimildir og størri sjálvræði sum partur av Kanada
Ein av seinastu kanningunum vísir, at bert 22 prosent taka undir við sjálvstýri til Alberta
Mynd: Todd Korol/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2026 - 14:56

Mánadagin 19. oktober er fólkaatkvøða í kanadiska landslutinum Alberta. Á atkvøðuseðlinum eru tíggju ymiskir spurningar, har av teir flestu snúgva seg um víðari heimildir til Alberta í sambandi við tilflytarapolitikk, men tíggjundi og seinasti spurningurin brýtur frá. Har verður spurt, um Alberta skal verða verandi partur av Kanada ella fara undir løgfrøðiligu tilgongdina til eina bindandi fólkaatkvøðu um sjálvstýri. 

Spurningurin ljóðar: 
Should Alberta remain in Canada or begin the legal process for a future binding independence referendum? 
Svarmøguleikarnir eru tveir: 
1. Alberta should remain a province of Canada. 
2. Alberta should begin the legal process required to hold a binding provincial referendum on whether it should separate from Canada.

 

Varð lýst í mai 

Sjálvstýrishugurin í Alberta er ikki nýggjur, men er kyknaður upp aftur seinastu árini, og forsætisráðfrúan í Alberta, Danielle Smith, hevur verið undir trýsti at skipa fyri eini fólkaatkvøðu um støðuna hjá Alberta í kanadiska ríkinum. Grasrótarørslan Stay Free Alberta segði seg hava savnað meir enn 300.000 undirskriftir til frama fyri at halda eina fólkaatkvøðu, og í mai í ár boðaði Danielle Smith so frá, at ein fólkaatkvøða fór at verða í oktober. 

Sjálv er Danielle Smith ikki fyri at loysa Alberta frá Kanada og hevur sagt, at hon fer ikki at atkvøða fyri, men í seinastuni eru fleiri onnur í konservativa UPC-flokkinum hjá henni farin at tala fyri sjálvstýri til Alberta. "Nú er tíðin komin til at atkvøða og skilja, hvat fólkið í Alberta vil, og so fara víðari," segði Danielle Smith í eini sjónvarpsrøðu í mai, tá hon hevði lýst fólkaatkvøðuna. 

julianne_smith_og_mark_carney.jpg

Caption: 
Julianne Smith, forsætisráðfrúa í Alberta, og Mark Carney, forsætisráðharri í Kanada, lið um lið fyri tveimum vikum síðan, tá kanadiska stjórnin kunngjørdi eina stóra ætlan um infrastruktur í Alberta

 

Gjógv millum eystur og vestur 

Politiskt er Alberta ein rættiliga konservativur landslutur í mun til meira liberalu og fólkaríkaru landslutirnar har eysturi í landinum. Harumframt kenna folk í Alberta og hinum landslutunum har vesturi í Kanada seg ofta settar uttanfyri ávirkan av teimum fólkaríku landslutunum eystanfyri, har flestu stórbýirnir eisini eru. Kanada er stórt land, og úr Calgary tekur tað millum hálvan fjórða og hálvan fimta tíma at flúgva til Montreal, Toronto og Ottawa. Tí kann tað kennast langt úr Alberta til har avgerðirnar fyri alt Kanada verða tiknar. 

Harumframt er Alberta sera oljuríkt. Um Alberta hevði verið ein sjálvstøðug tjóð, hevði landið verið heimsins fjórðstørsta oljutjóð, aftaná Saudi Arabia, Iran og Venesuela. Eisini tí meta fólk í Alberta ofta, at tey eru fyri vanbýti búskaparliga mótvegis restini av Kanada, tí ein fittur partur av olju- og gassinntøkunum fer í tann stóra pottin í Ottawa.

FAKTA
Alberta er 661.849 ferkilometrar stórt. Tað er umleið sama stødd sum Afghanistan. Til samanberingar er Ukraina, størsta land í Evropa (Russland undantikið), 604.000 ferkilometrar. Í Alberta býr 5,1 mió. fólk. Av hesum búgva 1,61 mió. í størsta býnum Calgary. Í høvuðsstaðnum Edmonton búgva umleið 1,25 mió. fólk.

Danielle Smith hevur eisini sagt, at tað eru tíggju ár við vánaligum liberalum politikki undir fyrrverandi forsætisráðharranum Justin Trudeau, sum hevur breiðkað gjónna millum eystur og vestur í Kanada. Sambært henni hevur veðurlagspolitikkurin og orkufyriskipanirnar hjá Trudeau skatt búskapin hjá Alberta, eins og strangari lógir fyri skotvápn og vaksandi tal av tilflytarum eisini hava skapt illvilja móti landsmyndugleikunum í Ottawa. 

Kanadiski forsætisráðharrin Mark Carney er eisini komin undir trýst at halda saman uppá kanadisku tjóðina í eina tíð, har gjógvin millum eystur og vestur tykist at vaksa, samstundis sum trýstið frá USA og Donald Trump eisini harðnar. Carney hevur kallað fólkaatkvøðuna “eitt vandamikið bluff” og hevur sagt alment, at tað hevði verið óheppið, um Alberta nú fór undir eina løgfrøðiliga tilgongd um loysing, tí tað hevði ført til størri ótryggleika í samfelagnum. Sambært leger360.com vísir ein kanning eisini, at helmingurin av Alberta-búgvum heldur, at fólkaatkvøðan og kjakið um sjálvstýri hevur eina ringa ávirkan á búskapin. 

val_i_alberta.jpg

Caption: 
Valhølini í Alberta lótu upp longu í gjár, men sjálvur valdagurin er mánadagin 19. oktober

 

Nógv flest velja Kanada 

Útlitini fyri, at Alberta fer at atkvøða fyri at fara undir eina sjálvstýristilgongd, eru ikki stór. Sambært leger360.com vísti ein kanning fyri eini viku síðan, at 70 prosent fara at atkvøða fyri at halda fram sum partur av Kanada. Bert 22 prosent siga seg fara at atkvøða fyri at byrja tilgongdina, og sjey prosent siga seg ikki vita ella hava ikki tikið støðu. 

Men sjálvt um tað er ógvuliga ólíkt, at Alberta fer at venda Kanada bakið og ganga sína egnu leið, so kann fólkaatkvøðan ávirka viðurskiftini millum Alberta og Kanada seinni. Fordømið er landsluturin Quebec, sum fyrr hevur havt fólkaatkvøður um loysing frá Kanada, har meirilutin fyri at verða verandi í Kanada hevur verið sera tepur. Tær fólkaatkvøðurnar hava givið landslutinum Quebec víðari heimildir í Kanada, og tað sama kann henda eftir fólkaatkvøðuna í Alberta mánadagin. 

Tí er fólkaatkvøðan í roynd og veru ikki bara ein beinleiðis spurningur um, hvørt Alberta skal taka seg úr Kanada, men eisini ein spurningur um, hvussu stórar heimildir landsluturin Alberta skal hava í Kanada. 

 

Keldur:
www.bbc.com
www.politico.com
www.leger360.com
www.letstalkalberta.com

 

SØGULIGT AFTURLIT
  
1930-árini: 
Undir tí stóru Depressiónini mótmælti stjórnin í Alberta, at landsmyndugleikarnir í Ottawa vildu innføra ein nýggjan fíggjarpolitikk í Alberta. Stjórnin í Ottawa tók tá Alberta av ræði, men mótstøðan móti landsmyndugleikunum førdi ikki til nakra skipaða politiska rørslu. 
1970-árini: 
Sum oljuríkasti landslutur í Kanada vaks ríkidømið hjá Alberta nógv, tá oljuprísirnir hækkaðu nógv í 1970'unum. Stjórnin í Alberta vildi hava størri ræði á egnum oljutilfeingi og vildi sum landslutur fáa meira burturúr oljuinntøkunum, tí hildið varð, at ov stórur partur av inntøkunum endaðu í Ottawa. 
1980-árini: 
Kanadiski forsætisráðharrin Pierre Trudeau vildi, at Kanada skuldi hava størri ræði á olju og gassi og ein størri part av inntøkunum, sum hesi góvu. Í Alberta sóu nógv hetta sum eina roynd hjá landsmyndugleikunum at taka bæði pengar og ræði frá Alberta. Mótstøðan var so stór, at ætlanin hjá Trudeau varð slept í 1985. 
1990-árini: 
Størri sjálvræði til Alberta varð sett á politiska dagsskrá við The Reform Party. Flokkurin talaði fyri desentralisering og at vestaru landslutirnir fingu størri ávirkan á landspolitikkin. 
  
Vert er at hava í huga, at hóast tað javnan hevur verið mótstøða móti sentralu landsmyndugleikunum í Ottawa, hava fólk í Alberta sum heild viljað havt størri sjálvræði, men ongantíð beinleiðis loysing frá Kanada.  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329