Mentanarsendingin "Grindin" er aftur á skránni triðju hvørja viku í vetur.
Í sendingini hitta vit fløguaktuellu Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir. Heiðrikur tekur okkum við á eina jaliga jarðarferð og Guðrið greiðir frá tónleikinum á nýggju fløguni.
Í sendingini hyggja vit eisini at bókmentarákinum, har høvundar skriva út frá egnum upplivingum, eins og nýggja stuttsøgusavnið eftir Katrin Ottarsdóttir verður ummælt.
Harafturat tosa vit við listamannin Jóhan Martin Christiansen um hansara spennandi framsýning í Listaskálanum.
Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir, Sissal Kampmann og Ivan Hentze Niclasen.