Í sendingini hesa ferð hitta vit Teit Lassen, ið júst hevur givið tónleikaverkið “Confessions” út saman við viðurkenda amerikanska tónaskaldinum, Nico Muhly.
Í sendingini nema vit eisini við ummælarayrkið og práta við Dorit Hansen um hesa bókmentagrein.
Síðani er nýggja skaldsøgan hjá Jóannesi Nielsen, “Bommhjarta”, á gáttuni, og vit hava verið ein túr framvið hjá viðurkenda rithøvundinum.
At enda fara vit at fregnast um spennandi samstarvið hjá Dánjal á Neystabø og finnlendinginum Kim Nyberg, ið er mest kendur frá norðurlendska orkestrinum Afenngin.
Lagt til rættis: Sissal Kampmann, Pætur M. Dahl og Ivan Hentze Niclasen. Upptøkur og klipp: Elin Dagbjartsdóttir Neshamar.