- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Óli Rubeksen er 64 ár, føddur í Keypmannhavn, uppvaksin í Havn og búsitandi á Velbastað.
Hann er útlærdur bilmekanikar, námsfrøðingur og process & organisations konsulent.
Óli hevur arbeitt sum SSP ráðgevi í Føroyum í 14 ár, men í dag fæst hann mest við seyðahald og heimablídni.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Óli frá ymiskum viðurskiftum og hendingum, sum hava mynda hansara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)