- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Nicolaj Falck er útbúgvin sjónleikari á Listaháskúli Íslands í Reykjavík, og starvast bæði sum sjónleikari og sum timburmaður.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Nicolaj frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Nólsoy og frá ymiskum hendingum og upplivingum, sum hava myndað hansara áhugaverdu lívsleið.
Eisini verður prátað um umstøðurnar í Føroyum innan films- og leiklist.
Vertur er Eyðfinn Jensen.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)