Útheimurin

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--media_audio.teaser.tpl.php

Ongantíð áður hava so nógvir skógareldar gjørt um seg í Kanada sum nú. Fleiri enn túsund eldar brenna í løtuni og tamarhald er ikki á útvið hundrað teirra

Hetta er níggjundi mánaði á rað at prísvøksturin í evruøkinum minkar. Nú minkar hann tó ikki við somu ferð sum áður

Sambært íslendskari lóg er ikki loyvt útlendskum skipum at landa í Íslandi, hava tey fiskað úr stovni, sum lond ikki eru samd um, hvussu skal býtast millum londini

Í gjár varð drúgv grein um PFAS granskingina hjá Pál Weihe, professara, í Føroyum almannakunngjørd á heimasíðuni hjá  New York Times Magazine

Rúsevnini vórðu sigld úr Ekvador til Rotterdam í Niðurlondum, umvegis Panama, boða niðurlendskir myndugleikar frá

Stovnurin fyri fólkaheilsu í Danmark hevur kannað trivnaðin hjá næmingum í 5., 7. og 9. flokkum, og útslitið vísir, at gentur trívast verri enn dreingir

Seinastu mongu árini er allur vinningurin hjá almennu norsku olju- og gassvinnuni settur í norska oljugrunnin, sum síðan ger íløgur í partabrøv

Øll flogferðsla til og av flogvøllinum í Catania á oynni Sisilia í Italia er steðgað, eftir at gosfjallið Etna fór at goysa í nátt.

52 ára gamli liberali búskaparfrøðingurin Javier Milei, sum heldur til ytst á høgraveinginum, fekk 30,5% av atkvøðunum, tá undanvalið til forsetvali í Argentina var sunnudagin

Síður