Danska verjan missir fólk

Danska verjan missir fólk
Úrslitið er, at uppgávurnar hópa seg upp, sigur verjuserfrøðingur
Í fjør søgdu 1.605 fólk seg úr starvi hjá donsku verjuni (Savnsmynd: Danska verjan)
 
12.03.2024 - 14:46

Danska verjan hevur ilt við at varðveita starvsfólkini.

Í fjør søgdu 1.605 fólk seg úr starvi hjá donsku verjuni, vísa nýggj tøl hjá starvsfólkastýrinum í verjumálaráðnum.

- Sum støðan er, hópa hernaðarligu uppgávurnar seg upp, og Danmark megnar ikki at loysa tær, um verjan ikki hevur nóg mikið av herfólki, sigur Peter Viggo Jacobsen, lektari á danska verjuakademinum.

Vantandi starvsfólk er ikki einasti trupulleikin hjá donsku verjuni.

 

Nýggju sjóverjuskip

Nýggj verjuskip skulu eisini byggjast í staðin fyri tey fýra gomlu skipini í Thetis-klassanum hjá sjóverjuni.

Tað boðaði danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, frá fyrr í mánaðinum.

Thetis-klassin umfatar m.a. verjuskipini, sum sigla við Grønland og Føroyar. Teirra uppgáva er at verja sjóumveldið hjá Danmark - ella suverænitetshævdelse, sum danir kalla tað.

Skipini eru 30 ára gomul, og tey eru ikki før fyri loysa verjuuppgávurnar, sum Danmark hevur bundið seg til í samstarvi við Nato.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040