Noreg fer eisini at brúka tvey prosent av BTÚ til verjuna

Noreg fer eisini at brúka tvey prosent av BTÚ til verjuna
Fráboðanin kemur dagin eftir, at danska stjórnin í ár og næsta ár fer at brúka 2,4 prosent av BTÚ verjuendamál
Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre á tíðindafundi í Oslo fyrrapartin.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
14.03.2024 - 10:06

Norska stjórnin ætlar, at Noreg longu í hesum árinum skal brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.

Tað boðar norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, frá í dag. 

Sostatt fer Noreg at lúka málið hjá Nato um, at limalondini brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju og trygd.

Sambært NRK merkir tað fleiri milliardir aftrat til norsku verjuna.

- Trygdarpolitiska støðan er broytt, sigur norski forsætisráðharrin:

 

14032024_Norsk_verja

 

Fráboðanin hjá norsku stjórnini kemur dagin eftir, at danska stjórnin upplýsti at Danmark longu í ár og næsta ár fer at brúka 2,4 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna í ár og næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391