ES sendir neyðhjálp til Haiti

ES sendir neyðhjálp til Haiti
Forsætisráðharrin í landinum hevur lagt frá sær
Brotsmannaliðini hava valdið í meginpartinum av høvuðsstaðnum Port-au-Prince.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.03.2024 - 14:29

ES fer at senda Haiti 20 milliónir evrur í neyðhjálp, nú ófriður valdar í landinum eftir samanbrestir millum brotsmannalið seinastu tíðina.

- Orsøkin er, at brotsmannalið fremja umfatandi kriminalitet, og tí er tørvur á humaniterari hjálp um alt landið, sigur Balazs Ujvari, talsfólk í ES-nevndini í dag.

- Hjálparfelagsskapir skulu brúka stuðulin, har tørvurin fyri humaniterari hjálp er størstur, sigur hann.

 

Ariel Henry, forsætisráðharri í Haiti, legði frá sær í gjárkvøldið.(AFP/Ritzau Scanpix)

 

20 millinónir evrur svara til slakar 150 milliónir krónur.

Í eini roynd at minka ófriðin í landinum, legði Ariel Henry, forsætisráðharri, frá sær í gjárkvøldið.

Brotsmannaliðini hava valdið í meginpartinum av høvuðsstaðnum Port-au-Prince, og hava fleiri ferðir lopið á løgreglustøðir, fongsul og annað týdningarmikið undirstøðukervi, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342