Russland sendir hermenn til finska markið

Russland sendir hermenn til finska markið
Tað gevur onga meining, at Finnland og Svøríki eru vorðin limir í Nato, sigur russiski forsetin
Vladimir Putin, forseti. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
13.03.2024 - 08:17

Russiski forsetin, Vladirmir Putin, sigur í samrøðu við russiska ríkismiðilin RIA, at hann fer at senda hermenn og hernaðarútgerð til markið millum Russland og Finnland.

Hetta, sigur hann, tí at Finnland er vorðið limur í Nato, skrivar Ritzau. 

Vladimir Putin sigur eisini í samrøðuni, at tað gevur onga meining, at Svøríki og Finnland nú eru limir í Nato.

- Hetta er eitt stig, sum ikki gevur meining, tá tað ræður um egna trygd og áhugamál, sigur Putin við RIA. 

- Fyrr høvdu vit ikki hermenn við markið, men tað fara vit nú at hava, leggur hann aftrat. 

Finnland fekk limaskap í Nato 4. apríl í fjør, og Svøríki gjørdist limur í farnu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213