- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Marianne Hernæs, samráðingarleiðari, sigur, at tað nú stendur til SAS, hvat víðari skal henda, um partarnir longu í dag ikki kunnu semjast um ein nýggjan sáttmála.
Veðurforsøgnin sigur, at hitin í dag har suðuri í Stórabretlandi kann koma heilt upp á 41 stig í dag, skrivar BBC.
Higartil eru meira enn 14.000 fólk rýmd heimanífrá ella eru biðin um at fara úr summarhúsum í økinum við Bordeaux, skrivar Ritzau.
Ógvuslig hitabylgja er á veg til Norðurevropa, og bretskir myndugleikar hava boðað tjóðarneyðstøðu
Hægstirættur í ES hevur staðfest, at Danmark ikki kann lata lokal feløg brúka navnið á kenda grikska ostinum feta uttanfyri ES.
Italski forsætisráðharrin Mario Draghi hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, men italski forsetin, Sergio Mattarella, vil ikki góðtaka umsóknina.
Málið um dripna journalistin, Jamal Khashoggi, verður viðgjørt, tá ið amerikanski forsetin Joe Biden í morgin skal hitta saudiska krúnprinsin Mohammed bin Salman
Vitjanin skal styrkja støðufesti í økinum og ganga ímóti iranskari, russiskari og kinesiskari ávirkan.
Landið er lýst í undantøksstøðu, eftir at ófriður og mótmæli hava elvt til, at forsetin rýmdi úr landinum.