14.000 fólk rýmd undan stórum skógareldi í Fraklandi

14.000 fólk rýmd undan stórum skógareldi í Fraklandi
Higartil eru meira enn 14.000 fólk rýmd heimanífrá ella eru biðin um at fara úr summarhúsum í økinum við Bordeaux, skrivar Ritzau.
Skógareldar herja í Fraklandi, og túsundtals fólk eru flýdd undan teimum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.07.2022 - 07:16

Fronsku myndugleikararnir hava flutt burtur meira enn 14.000 fólk undan stórum skógareldi nærhendis Bordeaux á vesturstrondini.

Samstundis hækkar hitin framvegis har suðuri í Evropa.

Higartil eru meira enn 14.000 fólk rýmd heimanífrá ella eru biðin um at fara úr summarhúsum í økinum við Bordeaux, skrivar Ritzau.

 

Fleiri lond rakt av skógareldum

Skógareldurin hevur oyðilagt 105 ferkilometrar, ið svarar til ein trettanda part av støddini á Føroyum.

Sløkkiliðsfólk hava síðani týsdagin roynt at fáa tamarhald á skógareldinum á fronsku vesturstrondini.

Grannalondini hjá Fraklandi eru eisini rakt av nógvum hita og skógareldum, og umhvørvisverndarfólk geva veðurlagsbroytingunum skyldina, eftir at hitin um dagarnar fleiri staðni fór upp um 40 stig.

 

Fleiri deyð í Spania og Portugal

Sambært lokalum miðlum eru fleiri hundrað fólk deyð í Spania og Portugal í nógva hitanum og skógareldunum, ið hava elvt til ruðuleika fleiri staðni.

Bara í Spania vóru í gjárkvøldið 30 skógareldar.

Eisini í Italia, Grikkalandi og Marokko stríðast sløkkiliðsfólk við at basa skógareldum, samstundis sum boðað eisini verður frá nógvum hita í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985