Forsætisráðharrin í Italia vil leggja frá sær

Forsætisráðharrin í Italia vil leggja frá sær
Italski forsætisráðharrin Mario Draghi hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, men italski forsetin, Sergio Mattarella, vil ikki góðtaka umsóknina.
Mario Draghi er forsætisráðharri í Italia.
 
15.07.2022 - 11:45

Italski forsætisráðharrin Mario Draghi hevur boðað frá, at hann leggur frá sær og hevur sent italska forsetanum umsókn um at verða loystur úr starvi.

Men italski forsetin, Sergio Mattarella, vil ikki góðtaka umsóknina, skriva AFP og Reuters.

Sambært journalistinum hjá danska TV2 í Italia, Eva Ravnbøl, hevur Mattarella biðið Draghi um at fara aftur í parlamentið og finna ein loysn. 

Eftir ætlan skal Mario Draghi tosa við tinglimirnar í parlamentinum mikudagin.

Stjórnin í Italia er mannað við øllum flokkum uttan Italska Brøðralagnum, sum er ein flokkur langt úti á høgravonginum. 

Draghi hevði ávarað um, at hann fór at leggja frá sær, um ikki Fimmstjørnurørslan, sum situr í stjórnini, var við í atkvøðugreiðsluni í gjár um hjálparpakka til fólk og fyritøkur, sum eru fíggjarliga illa fyri orsakað av krígnum í Ukraina. Men Fimmstjørnurørslan møtti ikki.

- Tjóðareindin - samgongan, sum stuðlaði hesi stjórnini er ikki til longur, sigur Mario Draghi í fráboðan í gjárkvøldið um, at hann leggur frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815