Útheimurin

Herfólk eru biðin um at koma til hjálpar í Great Manchester í Onglandi, har stórur náttúrueldur herjar.

Nýggjar satelittmyndir vísa, at Norðurkorea í skundi hevur gjørt útbyggingar við vísindaligu kjarnorkustøðina, Yongbyon

Donald Trump, forseti, hevur ætlanir um at hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, næstað mánað.

Slaktarar í Fraklandi hava skrivað til stjórnina og biðið um verju móti militantum veganarum, sum teir siga vilja oyðileggja landins kjøtmentan.

Russiska løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir um bumbuhóttanir móti HM-býnum, Rostov við Don. 

Tveir menn í British Columbia í Kanada eru dømdir húsavarðhald, eftir at teir hava gift seg við fleiri kvinnum.

Norska stjórnin tekur undir við uppskotinum hjá ES um at skipa móttøkustøðir fyri flóttafólk og migrantar í Afrika.

Fleiri migrantar í USA siga, at teimum stendur í boði at fáa børn síni aftur, um tey afturfyri góðtaka at verða noydd aftur til Meksiko

Smá útlit eru fyri nøkrum bata í búskaparkreppuni í Venesuela, sum nú herjar á fimta ári.

Londini í OPEC hava sett sær fyri at leingja avtaluna um sølu av olju í eitt ár afturat.

Síður