Álvarslig hungursneyð í Yemen

Álvarslig hungursneyð í Yemen
Sambært ST eru 14 milliónir fólk í vanda fyri at doyggja av hungursneyð í Yemen. Tað er helvtin av øllum fólkunum í landinum.
 
25.10.2018 - 10:08

Helvtin av fólkinum í Yemen eru hótt av hungursdeyða. Talan er um 14 milliónir fólk, og hetta er um størstu hungursneyð í nýggjari tíð. 

Tað upplýsir ST, eftir at leiðarin í matvørustovninum, Mark Lowcock, hevur verið í Yemen.

Í september upplýsti ST, at 11 milliónir fólk í landinum eru í vanda fyri at doyggja, og nú hevur ST hækkað talið upp í 14 milliónir fólk, sum er helmingurin av øllum fólkinum í landinum.

- Hungursneyðin í Yemen kann vera størri, enn nakar av okkum kann ímynda sær, sigur Lowcock.

Fyrst í hesum árinum fingu tríggjar milliónir fólk í Yemen hjálp frá ST, og nú verður mett, at 8 milliónir fáa hjálp. Men tað er framvegis langt eftir á mál, sigur Lowcock.

Kríggj í Yemen seinastu nógvu árini er orsøk til ringu støðuna. 

Í 2015 fóru hermenn úr fleiri londum inn í Yemen, undir leiðslu av Saudiarabia, at stríðast ímóti Houthi-uppreistrarfólkum, sum høvdu gjørt uppreistur.

Síðani eru í minst lagi 10.000 fólk deyð, 50.000 eru særd, og milliónir av fólkum eru flýdd frá húsi og heimi.

Fyrr í ár settu deildirnar sær fyri at verja havnarbýin, Hodeida, ímóti uppreistrardeildunum, tí meginparturin av inn- og útflutninginum í landinum fer um henda havnarbýin.

Tí mælir ST til samráðingar, so neyðhjálp kann koma fram til tey svøltandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904