Forsetaval er í Brasil í dag

Forsetaval er í Brasil í dag
Væntandi fer høgravíðgongdi Jair Bolsonaro at vinna á vinstrasinnaða Fernando Haddad.
Ófriðaligt hevur verið í Brasil undir forsetavalstríðnum
Mynd: savnsmynd  
 
28.10.2018 - 12:02

Seinna umfar av forsetavalinum í Brasil er í dag millum høgravíðgongda politikaran Jair Bolsonaro og Fernando Haddad frá vinstrasinnaða arbeiðaraflokkinum.

Meiningarkanningar vísa, at tað stendur mestsum á jøvnum millum valevnini - tó við lítlari yvirvág til Jair Bolsonaro.

Valstríðið hevur verið merkt av harðskapi.

Jair Bolsonaro var fyri einum álvarsligum álopi við knívi og misti nógv blóð, men kom í síðstu løtu undir skurð og lá á sjúkrahúsi í tríggjar vikur.

Jair Bolsonaro er 63 ára gamal og stillar upp fyri lítla konservativa sosial-liberala flokkin.

Tropiski Trump 

Tíðindastovurnar skriva, at Jair Bolsonaro er kendur fyri sínar ágangandi meiningar um fosturtøku og samkynd, fólk við øðrvísi húðaliti og tey, sum av neyð flyta um landamørk. Tað hevur givið Jair Bolsonaro eyknevnið "Tropiski Trump".

Vinstrahalla valevnið, Fernando Haddad, er av libanskum uppruna og hevur verið borgarstjóri í Sao Paulo.

Fernando Haddad gjørdist forsetavalevni ein mánað undan fyrra valumfarinum í staðin fyri Luiz Inácio Lula da Silva, fyrrverandi forseta, ið er dømdur 12 ára fongsul fyri mutur.

Tvær tær seinastu meiningarkanningarnar vóru gjørdar í gjár og vístu, at undirtøkan fyri Fernando Haddad veksur.

Men hildið verður, at Jair Bolsonaro fer at vinna forsetavalið við 55 prosentum av atkvøðunum.

Aftrat forsetavalinum er tjóðartingsval, og allir teir 27 landsparta-ovastarnir í Brasil skulu veljst av nýggjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985