Útheimurin

Ein fyrrverandi landastjóri í Oxfam viðgekk í 2011 at hava keypt kynsligar tænastur frá skøkju, tá Oxfam veitti neyðhjálp í Haiti í 2010

Hitlermerki vórðu í gjár málað á polsku sendistovuna í Ísrael, eftir at forsætisráðharrin í Polen segði, at jødar vóru brotsmenninar undir Holocoust

1300 tons av toski varð ólógliga blakað útaftur í Eystursjónum í 2016. Tað staðfestir ein nýggj kanning sum granskarar frá DTU hava gjørt fyri DR

Eitt ferðafólkaflogfar hjá Iran Aseman Airline datt niður í Iran í gjár. 65 fólk vóru umborð, og hildið verður at eingin yvirlivdi vanlukkuna.

Turkaland og USA fara nú at gera eina roynd at bøta um viðurskiftini millum londini.

Nato-aðalskrivarin gleðir seg at hitta russiska uttanríkisráðharran í dag, men Nato heldur framvegis Russland vera eina hóttan móti baltisku londunu

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, og fregnartænastan, CIA, ávara ímóti at keypa fartelefonir frá kinesiska telerisanum, Huawei.

Ein dómstólur í Florida hevur varðhaldsfongslað ein 19 ára gamlan mann, sum verður hildin at hava skotið og dripið 17 fólk á einum skúla í Florida

Suðurafrikanska tingið hevur valt Cyril Ramaphosa til nýggjan forseta, eftir at fyrrverandi forsetin í gjár boðaði frá, at hann legði frá sær

Eftir 14 mánaðir er ísraelska løgreglan liðug við muturs-kanningarnar av Benjamin Netanyahu. Tilmælið hjá løgregluni er at ákæra forsetisráðharran

Síður