100 ára hátíðarhald fyri Merkinum í Keymannahavn

02.06.2019 - 11:04
100 ára hátíðarhald fyri Merkinum í Keymannahavn
Stórt hátíðarhald er í Keypmannahavn í dag, nú tað eru 100 ár síðani Merkið fyrstu ferð varð borið fram 2. juni 1919
 

Í dag eru hundrað á síðani, at Merkið varð borið fram á fyrsta sinni, og í hesum sambandi er hátíðarhald í Keypmannahavn.

Klokkan hálvgum tíggju fóru mannningarnar av træseglskipunum og føroyingar í Keypmannahavn við merkinum á odda av Norðuratlantsbryggjuni. 

Steðgað verður uttan fyri studentagarðin, Regensen, har føroyska flaggið fyrstu ferð varð hongt út ígjøgnum eitt av vindeygunum.

Av Regensen var farið til gudstænastu í Holmens kirkju.

Síðani verður farið við bussi til Norðmansdalin í Fredensborg, har Merkið fyrstu ferð var borið fram 2. juni 1919.

Kjartan Mohr bar merkið fram

Merkið bar Kjartan Mohr, sáli, ið tá lærdi skipasmíð í Danmark - og nú - hundrað ár seinni - er tað abbasonur Kjartans, Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri, ið ber Merkið.

Træseglskipini verða liggjandi í Keypmannahavn til 5. juni. Á veg hagar hava skipini vitjað Odense, Aahus og Helsingør.

Aftur til Føroya verður lagt inn í Lerwick í Hetlandi, tí tað vóru bretar, sum fyrstir viðurkendu Merkið. Teir høvdu hersett Føroyar undir krígnum og kravdu, at føroysk skip sigldu við øðrum flaggi enn Dannebrog.

MYNDIR: Tórður Mikkelsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. juli
Pápi mín og eg: Vanja og Victor
141841
Týsdag 5. juli
Summarmorgun 050722
141840
Týsdag 5. juli
Morgunlestur týsdagur 5. juli 2022
141653
Mánadag 4. juli
Summarmorgun 040722
141790
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573