Fleiri enn 100 føroysk ross

Fleiri enn 100 føroysk ross
Arbeiðið fyri føroyska rossaslagnum hevur givið úrslit. Mikukvøldið varð ryssufylið Tíati folað, og talið av føroykum rossum er komið upp um 100.
29.06.2026 - 19:25

Mikukvøldið hendi nakað serligt fyri føroyska rossastovnin. Hjá Búnaðarstovuni folaðist eitt ryssufyl, og føroyski rossastovnurin kom upp á 100.

- Tað er ein mílasteinur. Tað er fantastiskt. Ryssan eitur Freia, og fylið eitur Tíati, sum merkir 100, sigur Jóna Ólavsdóttir, rossafrøðingur á Búnaðarstovuni.

Eitt skipað arbeiði fyri føroyska rossastovnin
Vit hava eina tíð hoyrt um, at tað gongur illa við føroyska rossastovninum. Men seinastu árini er eitt málrættað arbeiðið gjørt fyri føroyska rossastovnin. Men seinastu árini er eitt málrættað arbeiðið gjørt fyri føroyska rossastovnin.

- Tey flestu kenna søguna hjá føroyska rossinum. Tað, sum er broytt seinastu tíðina, er, at vit hava verið faklig í okkara arbeiði. Vit hava fingið sáð av øllum greðingunum, og ein kunngerð um útfling er ávegis. Alarar, privateigarar, hava fingið gongd á alingina, og tí koma fleiri fyl nú, og tí økist stovnurin, sigur rossafrøðingurin.

Tað er eitt samstarv millum Felagið føroysk ross, Búnaðarstovuna og Norgen, har mann so hevur lagt eina linju, har sum øll toga línuna.

Útlit til útflutning av føroyskum rossum
Sum nú er ber ikki til at útflyta føroysk ross. Men ein kunngerð um útflutning er ávegis, so tað kann gerast gjørligt.

Jóna Ólavsdóttir greiðir frá, at eftirspurningur er uttanlands eftir einum slagi, sum er lítið og góðsligt. Tann samansetingin vantar til ríðiskúlar uttanlands, og til fólk, sum vilja ala eitt serligt hótt rossaslag.

Tvey onnur fyl eru komin afturat eftir at Tíati varð folað. So talið av føroyskum rossum er nú komið upp á 102.

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558