Stór myndareportasja: Hotell Hilton

 Fýra stjørnur hevur hotellið og 130 kømur. Hotellið hevur staðið í gerð í tvey ár, og tí var tað ein rørdur Martin Restorff, stjóri, sum í dag kundi lata dyrnar upp fyri fyrstu gestunum.
 

Hilton Garden Inn Faroe Islands er fyrsta altjóða hotell, sum er bygt í Føroyum. 

"Tað hevur tikið okkum tvey ár at gera hotellið klárt at taka móti gestum, og øll hava verið noydd at hjálpa til." (Martin Restorff, stjóri)

Sjefkokkurin í Hilton Garden Inn Faroe Islands, Jákup Sumberg, og stjórin, Martin Restorff, hava verið noyddir at samstarva um annað enn matarskránna, fyri at fáa nýggja hotellið klárt, so tað í dag kundi lata dyrnar upp fyri fyrstu gestunum. 

Jákup Sumberg er sera væl nøgdur við nýggju arbeiðsumstøðurnar í køkinum inn í sjálvum hotellinum. Heldur meira ivasamt hevur tað kanska verið, meðan síðsta hond er løgd á hotellið. 

Eingin í Hilton Garden Inn Faroe Islands er ov fínur til ikki at tola at fáa skitnar fingrar. "Vit eru sum ein familja og eru saman um hetta," sigur Martin Restorff, stjóri. 

Tað hevur tikið tvey ár at byggja hotellið, sum stendur við Staravegin í Havn, við sera góða útsýninum yvir Svartafoss og Hoydalar og "bjergini har norðuri", sum stjórin málber seg. 

"Nærlagni er so avgjørt eitt motto hjá okkum, tí tað skal gjøgnumsúrga alt, vit gera. Tí er tað gott at vita, at nærlagni eisini er lagt í sjálva byggingina av hotellinum." (Martin Restorff, stjóri)

Nógvir smáir snøklar skulu passa saman fyri at skapa eitt hotell, sum livir upp til altjóða stigið hjá Hilton. 

130 kømur eru í nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands í Havn, sum er eitt fýra stjørnað hotell. 

Seinasta samskipanin skal fáast upp á pláss, áðrenn fyrstu gestirnir koma á gátt. "Føroyskt gestablídni skal eyðkenna hotellið," lovar stjórin. 

"Øll eru hjartaliga vælkomin inn á hotellið at eta og drekka. Hotellið er til okkum øll, og bæði barr og matstova vera fyrstafloks." (Martin Restorff, stjóri)

Ein góðan kaffimunn og eitt súrepli, áðrenn seinastu krókarnir verða málaðir. 

"Tað er fantastiskt at hava so góður umstøðar, sum vit hava í køkinum her á Hilton Garden Inn Faroe Islands. Køkurin er innrættaður soleiðis, at alt, ið okkum tørvar til matgerðina, er í sjálvum køkinum. Tað er ikki neyðugt at fara út úr køkinum eftir nøkrum." (Jákup Sumberg, sjefkokkur)

Rúmsátt er í køkinum, og tað ger tað sera arbeiðsligt. 

"Tað var sera umráðandi, at ein kokkur var við, tá køkurin bleiv teknaður fyri tveimum árum síðani, og tað kemur veruliga til sín rætt nú. Alt gott um arkitektar, men teir eru ikki kokkar og vita tískil ikki, hvussu arbeiðsgongdirnar eru í einum køki av hesari støddini. Úrslitið er super." (Jákup Sumberg, sjefkokkur)

"Matstovan hevur nomið sær íblástur úr franska bistro-stílinum, har dentur er lagdur á góðar rávørur. Bistro merkir, at sjálv borðreiðingin verður sera einføld. Nógv fólk rúmast eisini í matstovuni, so eitt gott kvøld skulu vit gera mat til kanska 150 fólk, og tá skal tað eisini ganga eitt sindur skjótt." (Jákup Sumberg, sjefkokkur)

Tríggir kokkar vera til arbeiðis samstundis á matstovuni, Hallartún. 

"Køkurin er eisini innrættaður soleiðis, at hann hevur fleiri sjálvstøðugar arbeiðsstøðir. Tað merkir, at hóast eitt stórt veitslulag er í veitsluhøllini, so ávirkar tað ikki borðreiðingina í matstovuni," lovar sjefkokkurin. 

Seinastu fyrireikingarnar og upplæringin av starvsfólkunum, áðrenn dyrnar lótu upp í dag. 

Tilvildin sleppur ikki at ráða. Nærlagnið er lyklaorð í hotellvinnuni, og Hotell Garden Inn Faroe Islands skal harumframt liva upp til stigið, sum Hilton-ketan setur.

Stílurin í Hilton Garden Inn Faroe Islands er ímyndin av norðurlendskum marglæti og hugna í Føroyum, verður reypað við í lýsingin av hotellinum. 

Tað ber illa til at siga annað enn, at stílurin er heitur, hugnaligur og norðurlendskur. 

Móttøkan. 

"Tænastan verður í hásæti í Hilton Garden Inn Faroe Islands, men Restorff-genið - føroyskt gestablídnið - skal eisini mynda upplivingina." (Martin Restorff, stjóri) 

Alt verður gjørt reint og nossligt til fyrstu gestirnar. 

Seingirnar í teimum 130 kømurunum verða reiddar. 

Og so er klárt hjá fyrstu gestunum at njóta hugnaliga kamarið og framúrskarandi útsýnið. 

Júst útsýnið norðureftir móti Hoydølum og fjøllunum norðanfyri er nakað heilt serligt. "Øll kømurini hava stór vindeygu, so útsýnið veruliga kann njótast," sigur Martin Restorff, stjóri. Sjálvur ivaðist hann upprunaliga, um tað var snilt at leggja eitt hotell í ídnaðarøkinum við Staraveg, men har fór hann skeivur, viðgongur hann í dag. 

Seinastu tillagingarnar verða gjørdar á rættirnar, ið fólk hava roynt. 

Eisini í køkinum er nærlagni lyklaorðið. 

Voilà og gerið so væl. 

Nøkur smærri samløg hava verið í Hallartúni, sum matstovan eitur, og roynt rættirnar. 

"Hiti og hugni eru tvey lyklaorð, sum skulu mynda upplivingina." (Martin Restorff, stjóri)

"Vit eru klár og standa saman um hetta prosjektið, og tað er fantastiskt endiliga sleppa at taka móti gestum oman á stríðið at fáa alt klárt." (Martin Restorff, stjóri)

 

Er kopiera