- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Kensluborin dagur í løgtinginum
Dagurin í løgtinginum fevndi um alt sum eitt politiskt drama skal hava. Sterkar kenslur og hugsjónir, politiska telving og kravboð, trýst og móttrýst.
Myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, var í løgtinginum.
Onkur hevur svertað Dómkirkjuna í Havn til við hatursskrift.
Heldur ikki framsýningin uttan fyri Løgtingið hevði fingið frið.
Samgongan lá í buktini, tí Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevði boðað frá, at hann fór at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini.
Orðið "samkynd" varð strikað úr broytingaruppskotinum hjá Christiani Andreasen úr Fólkaflokkinum fyri at fáa Miðflokkin at taka undir við tí.
Í fýra mánaðir hevur uppskotið um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini ligið í løgtinginum sum ein bumba undir samgonguni og Sambandsflokkinum.
Tingfundurin skuldi byrja klokkan 11, men var útsettur tvær ferðir og byrjaði ikki fyrr enn klokkan 15:40.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, úr Fólkaflokkinum, og Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum.
Í tólvta tíma kom Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, sum ketta upp úr høvdatrogi, við einum broytingaruppskoti, ið vendi barsilsskipanina á høvdið, so barsilspengarnir skulu fylgja barninum.
Broytingaruppskotið hjá Christiani Andreasen kom óvart á flestu tingfólk, og her sita Annika Olsen og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum og royna at sannføra Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum um, at broytingaruppskotið er eitt skilagott kompromis.
Bill Justinussen og Miðflokkurin hava verið harðliga ímóti at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini. Flokkurin tók tó undir við broytingaruppskotinum hjá Christiani Andreasen úr Fólkaflokkinum við tí treyt, at orðið "samkynd" ikki var brúkt.
Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Nógv hevur staðið á løgmanni og samgonguni í allan dag, tí uppskotið um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini hevur hótt við at fella samgonguna.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, eina hugsanarsama løtu í telvingini um barsilsskipanina. Fólkaflokkurin royndi at mekla millum Sambandsflokkin og Miðflokkin fyri at bjarga samgonguni.
Broytingaruppskotið hjá Christiani Andreasen gjørdi, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum slapp úr einari trongari støðu, tí hon kundi atkvøða fyri tí heldur enn uppskotinum hjá andstøðuni.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Maðurin í brennideplinum. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, gekk beint ímóti avtaluni í samgonguskjalinum við at taka undir við andstøðuuppskotinum.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eina løtu millum politisku telvingarnar.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Christian Andreasen, tingmaður, ið átti broytingaruppskotið, sum var avgerandi telvingin hjá samgonguni, ið tryggjaði henni lívið.
Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum er løgtingsformaður, atkvøddi sjálvur ímóti upprunauppskotinum hjá andstøðuni, men fyri broytingaruppskotinum hjá Christiani Andreasen.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum var ein av uppskotsstillarunum av uppskotinum um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini.
Ein annar uppskotsstillari, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, í samráði við tjóðveldisfólk.
Samgongan livir enn, tí bæði uppskotið hjá andstøðuni og broytingaruppskotið hjá samgonguni fullu í løgtinginum. Kristin Michelsen úr Sjálvstýri fór úr tinginum og til Suðuroyar, áðrenn atkvøðugreiðsluna, og harvið vóru bara 32 tingfólk í tingsalinum.
Johan Dahl helt eina kensluborna røðu í tinginum í dag, har hann staðfesti, at øll fólk skulu hava javnbjóðis rættindi í føroyska samfelagnum.
Johan Dahl heitti inniliga á Løgtingið um at geva teimum samkyndu somu rættindi sum hinskynd í øllum lívsins viðurskiftum.
Onnur viðgerð av uppskotinum um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini hevur fingið nógv fjølmiðlaumrøðu.
16-16. Bæði uppskotið hjá andstøðuni og broytingaruppskotið hjá samgonguni fullu í løgtinginum. Harvið eru samkynd foreldur og børn teirra í somu støðu, sum áðrenn hendingaríka dagin í løgtinginum. Samkynd og hinskynd eru ikki javnsett í barsilsskipanini.
|
|





































