Myndir: Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin millum arbeiðarafeløgni í verkfalli og arbeiðsgevarafelagið á Hotel Føroyum í Havn heldur fram.

Semingsroyndin byrjaði klokkan 15 í gjár, og teir fýra semingsmenninir sótu við pørtunum til klokkan eitt i nátt.

Semingin hevur hildið fram fyrrapartin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið í morgun, at samráðingarnar eru rættiliga truplar.

Men næsta samdøgrið fer at vísa, um samráðingarnar bera á mál ella slitna, sigur hann. 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera