- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Tárini trillaðu í Trier
Onkrar optimiskar røddir høvdu tosað um møguleikan, at krútsterka Lív Zachariansen og hinar føroysku hondbóltskvinnurnar kundu koppa sponsku heimsstjørnunum í øðrum dystinum til HM-endaspælið í Hollandi og Týsklandi, eitt nú Teitur Joensen, viðmerkjari. Spaniólar høvdu ikki sannført hann í sínum fyrsta dystimóti Paraguai. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Men beinleiðis at sifta eina av sterkastu hondbóltstjóðum í heimimum, sum ferð eftir ferð hevur staðið í finalum til stórar altjóða kappingar? Bara tankin tóktist ørandi (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Um nakar ivaðist í, um føroysku kvinnurnar høvdu orkuna at berjast við stóru og tungu spaniónlarnar, so vóru Lív Zachariasen og Pernille Brandenborg ímyndin av stríðsviljanum hjá føroysku leikarunum (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Sponsku leikararnir vóru snildir í verjupartinum í fyrra hálvleiki, og ferð eftir ferð høvdu teir hepni við at lokka Súni Hansen og hinar føroyingarnar til at gera trok ella at spæla bóltin beint í føvingin á sær (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Tað vóru djúpar pannurukkur at hópa hjá venjarunum í hálvleikinum. Føroysku leikararnir vóru væl við, men misbrúktu framvegis ov nógvar málmøguleikar og gjørdu ov nógvar tekniskar feilir. Tað var í grundini væl sloppið, at Føroyar einans var aftanfyri við trimum í hálvleikinum. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Jana Mittún hevði lovað at innstilla kanónina betur til dystin móti Spania, enn hvat hon hevði móti Montenegro, tí Føroyar vóru bara nakrar misnýttar málmøguleikar frá at fáa eitt ella tvey stig móti Montenegro. Hondbóltsjuvelurin helt orð, tí Jana flúgvandi í álopinum við seks málum og hópin av fríspælingum (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Í seinna hálvleikin byrjaðu føroysku kvinnurnar smátt um smátt at fáa yvirtakið, og brádliga vóru tað spaniólar, ið brendu og gjørdu tekniskar feilir (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Áðrenn nakar varnaðist, so høvdu Claus Møller og Føroyar fingið nøsina framum við einum málið. Hetta var fyrst og fremst málverjanum Rakul "The Wall" Wardum fyri at takka. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Í avgerandi minuttinum misnýtti Spania møguleikan at javna, og brádliga hevði Føroyar bóltin við minni enn einum minutti eftir av dystinum. Við einum leikbrá eydnaðist tað venjarunum at fáa sett leikararnir upp, so teir kundu spæla Janu Mittún prúa fría. Jana sveik ikki álitið, men skoraði avgerandi málið til 27-25. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Gleðin fekk næstan ongan enda eftir dystin, og tað var eyðsæð, at leikararnir høvdu ilt við at skilja, hvat teir høvdu megnað. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Stóra hetjan á føroyska liðnum var 21 ára gamla stóratalentið í málinum, Rakul Wardum. The Wall. Múrurin. Hon var avgerandi. 38 ferðir skutu spaniólar móti málinum hjá Rakul, og 15 ferðir bjargaði hon. Tað er ein bjargingarprosent á heili 39 prosent. Tað er í heimsflokki (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Stóru stuðulin, ið føroysku fjeppararnir góvu kvinnunum, var avgerandi í avgerandi løtunum. Meðan Rakul Wardum var ein múrur frammanfyri føroyska málið, so vóru føroysku áskoðararnir ein múrur aftanfyri ta eina málið. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Á áskoðaraplássunum sóust vaksnir menn tútbrøla av gleði (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Tárini trillaðu sanniliga eisini millum leikararnar, ið ikki ordiliga dugdu at skilja, at tær veruliga høvdu vunnið á Spania og skrivað føroyska ítróttarsøgu. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Fríggjadagurin 28. november 2025 er ein dagur, ið vit føroyingar ongantíð gloyma. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
|
|
































