- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Fínteljingin av løgtingsvalinum kann flyta løgtingssessir
Í myndum: Fínteljingin av løgtingsvalinum kann flyta løgtingssessir
Einans tríggjar atkvøður vóru munurin á at vera innanfyri og uttanfyri á bæði Sambands- og Tjóðveldislistanum. Myndir Bjarni Árting Rubeksen
30.03.2026 - 14:15
27 fólk taka sær av fínteljingini av løgtingsvalinum, sum er á Hotel Hafnia í dag.
Tað er ein drúgvari tilgongd at fíntelja løgtingsvalið enn fólkatingsvalið, tí tað vóru nógv fleiri valevni til løgtingsvalið, enn tað vóru til fólkatingsvalið.
Malan Johansen er forkvinna í bæði fólkatingsvalnevndini og í løgtingsvalnevndini. Sambært henni vóru nakrir feilir íkomnir, tá fólkatingsvalið var uppgjørt valkvøldið, og tað var mest tí, at onkrar atkvøður vóru bólkaðar skeivt.
Tað er eitt álitisstarv at fíntelja valini.
Nógv er gjørt burtur úr at forsegla posarnar við atkvøðunum eftir, at valstýrisformaðurin í Oyndarfirði endaði í rættinum eftir kommunuvalið, ákærdur fyri valsvik.
Alt verður kannað og kannað umaftur.
Til løgtingsvalið vóru bara tríggjar atkvøður ímillum Johan Dahl og Magna Højgaard á Sambandslistanum, og millum Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu á Tjóðveldislistanum.
160 fólk stillaðu upp til løgtingsvalið. Tey vóru á sjey listum.
Vallutøka til løgtingsvalið var 89,5%, sum gevur 35.309 atkvøður, ið skulu fínteljast.
Valkvøldið, hóskvøldið, vóru 147 atkvøður blankar og 75 ógildgar atkvøður. Tað skal eisini eftirkannast.
57 valstøðu vóru kring landið til løgtingsvalið.
Seglið verður brotið og enn ein kassi opnaður.
Tað verður liðugt at fíntelja einaferð í dag.
|
|




























